Tiltak
STROYMDUR FYRILESTUR: DNAið kring okkum
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Djór, plantur og soppar leggja spor av DNA eftir sær í náttúruni - sokallað umhvørvisDNA. Hoyr um hvussu DNA í moldini, í vatninum og í luftini kann nýtast til at lýsa sløg og stovnar í okkara vistskipanum. Fyrilestur v/ lívfrøðingi á Aarhus universiteti Philip Francis Thomsen
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilesrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.