Tiltak

týs. 11. mar. kl. 18.00 - 20.00

STROYMDUR FYRILESTUR: Granskingin av Grønland - fyrr og nú

Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Granskingin av Grønland gongur langt aftur í søguni, har rannsóknarferðir hava givið okkum vitan um ma. nattúruna og mentanina í oynni. Grønland granskast enn ma fyri at fáa greiðu á ísbræðing, landslagið undir ísinum, og hvussu hetta ávirkar globala sjóvarmálan. Fyrilestur v/ Vivi K. Pedersen, lektari í geoscience og Kristian Hvidtfelt, lektari í vísindasøgu.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilesrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo