Tiltak
mik. 12. feb. kl. 19.00 - 20.00
Kveikingarkvøld - monologar
Mikukvøldið 12. februar verður skrivikappingin aftur á skránni. Í ár eru tað monologar sum skulu skrivast. Tí hava vit eitt kvøld har vit kunnu hoyra meir um monologar, práta og seta spurningar. Gunnvá Zachariassen og Paula Gaard fara at tosa um monologar og onkur brot verða lisin upp úr monologum. Vit fáa okkum ein góðan kaffimunn og kunnu fáa eitt prát um monologar.
Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld - um ætlanin er at skriva monologar ella ei.
Møguleiki verður eisini fyri at tekna seg til skriviskeiðið sum veður síðst í februar - nærri verður at frætta um hetta tá tað nærkast. Skriviskeiðið er altíð ókeypis og øll eru vælkomin.
Skrivikappingin er eitt afturvendandi tiltak í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Dagfesting:
12. februar 2025
Byrjar klokkan:
19:00
Endar klokkan:
20:00
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: