Tiltak
ley. 22. feb. kl. 14.00 - 17.00
Skriviskeið v/ Marjun S. Kjelnæs
Á Bókasavninum við Løkin verður eitt skriviskeið í sambandi við árligu skrivikappingina. Tað er Marjun Syderbø Kjelnæs sum fer at hava skriviskeiðið. Marjun hevur drúgvar royndir við at skriva - og hevur skrivað alskyns sløg av tekstum, ma. skaldsøgur, yrkingar og leikrit.
Marjun fer at undirvísa okkum í at skriva sum heild, við nakað av denti lagdum á monologar.
Skriviskeiðið er ókeypis og er í 3 tímar. Øll eru vælkomin til skeiðið, roynd sum óroynd. Umráðandi er at melda seg til skeiðið á lokin@lokin.fo tá plássini eru avmarkaði.
Meir kann fáast at vita á kveikingarkvøldinum sum verður 12. februar kl. 19
Dagfesting:
22. februar 2025
Byrjar klokkan:
14:00
Endar klokkan:
17:00
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: