Tiltak

Rithøvundavitjan á Skála bókasavni: Eyðun Klakstein
Týskvøldið 18. februar kl. 19 kemur Eyðun Klakstein á Skála bókasavn at tosa við Arnbjørn Dalsgarð um krimisøguna "Lygn". Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt bókaprát - ein kaffimuður verður at fáa eisini. "Lygn" er ein av trimum skaldsøgunum sum eru tilnevndar Lesaravirðslønina 2025.
Tað ber longu til at atkvøða fyri, hvør vinnarin av Lesaravirðislønini skal vera.
Tey tilnevndu verkini eri: Sára Malena eftir Sólrun Michelsen, Vilstar røtur eftir Ingun Christensen og Lygn eftir Eyðun Klakstein. Vinningurin er 30.000 kr.
Í fjør settu Føroysku bókasøvnini nýggju bókmentavirðislønina á stovn. Vinnarin gjørdist Høgni Mohr við Saga JAM.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Tú kanst atkvøða her:
http://www.xn--lesaravirislnin-qqb3l.fo/
Virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.
Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.