Tiltak

mán. 6. jul. kl. 13.00 - frí. 28. aug. kl. 18.00

Teknikapping á bókasavninum - FREISTIN ER LONGD!

Bókasavnið skipar fyri stórari teknikapping, har allar tekningarnar verða sýndar fram á Bókasavninum við Løkin. Evnið í ár: Altjóða mentan

Vinnararnir fáa gávubræv og teirra tekningar verða eisini prentaðar sum bókamerki.

Teknikappingin verður skipað í 4 bólkar: Undir skúlaaldur, 1.-4. flokkur, 5.-9. flokkur, 10. flokkur og eldri.

Tú kanst tekna fólk, mat, fløgg, pløgg, náttúru, siðvenjur ella okkurt heilt annað, sum tú setur í samband við ymisk lond og fólk í heiminum. Hevur tú vitjað eitt land, har tú sást, luktaði ella hoyrdi okkurt nýtt? Ella sum kanska var akkurát líka sum í Føroyum? Hvat hava vit øll til felags? Hvat skilir okkum burturfrá hvørjum øðrum?
Tað ber eisini til at koma á bókasavnið at fáa tær íblástur.
Reglur:
- navn, telefonnr. og aldur/flokkur skal skrivast aftan fyri myndina.
- myndin skal verða teknað á eitt A4-arki.
- myndin skal latast Bókasavninum við Løkin í seinasta lagi fríggjadagin 28. august kl. 18 - og myndirnar verða við í framsýning á bókasavninum.

Byrjar klokkan:

13:00

Endar klokkan:

18:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo