Tiltak

týs. 23. sep. kl. 18.00 - 20.00

STROYMDUR FYRILESTUR: Stimbra títt tarmmikrobiom og halt teg frískan

Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Blív klókari um hvussu bakteriur, virus og soppar sum búgvar í tarmunum ávirka øll yrkisgøgnini í kroppinum - bæði gott og ilt. Lær um hvussu tú við lívshátti sjálvur ræður um tey skulu arbeiða fyri tínari heilsu ella niðurbróta hana. Fyrilestur v/ professara í molekylær metabolisme og mikrobiomforskning á Københavns Universitet, Oluf Borbye Pedersen.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið. 

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo