Tiltak

mán. 26. okt. kl. 19.00 - 20.30

Vísindavøka á ferð við Løkin

Í ár fer Vísindavøka á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 26. oktober til 4. november. Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Framløgurnar á Bókasavninum við Løkin eru:
Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?
Gunnvør á Norði, Fiskaaling

Hví er tað so heitt í Føroyum?
Bogi Hansen, Havstovan

Jarðvísindalig miðling og korona
Lis Mortensen, Jarðfeingi

Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.

Byrjar klokkan:

19:00

Endar klokkan:

20:30

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo