Tiltak

hós. 8. okt. kl. 10.00 - 11.00

Foreldracafé - um vøddamýking á pinkubørnum

Hósmorgunin 8. oktober kl. 10 fara vit aftur at hava eina foreldracafé á bókasavninum. Vit fara at fáa praktiska undirvísing í vøddamýking á pinkubørnum frá Gabrielle Hviid, sum er vegleiðari í pinkubarnavøddamýking. Viðmældi aldurin á barninum er 0-2 ár. Vit bjóða ein kaffimunn og frukt afturvið. Vegna avmarkað pláss, er sera týdningarmikið at melda til á 590779 ella á oyvor@runavik.fo.

Gabrielle kemur at vísa hvussu man skapar røttu tryggu rammurnar og brúkar rætta nertingarháttarlagið til pinkubarnavøddamýking. Tað verður trin-fyri-trin vegleiðing í at mýkja allan kroppin hjá barninum - frá beinum, búki og ørmum til andlit og rygg - umframt serlig tøk sum kunnu hjálpa upp á slím og ringan svøvn sum td. sonuterapi. 

GG! Undirvísingin verður á donskum

Vegna avmarkað pláss, er sera týdningarmikið at melda til á 590779 ella á oyvor@runavik.fo.

 

Byrjar klokkan:

10:00

Endar klokkan:

11:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo