Tiltak
hós. 8. okt. kl. 19.00 - 20.00
Fyrilestur: Gamla samfelagið møtir tí nýggja í ritverkinum hjá Heðini Brú
Hóskvøldið 8. oktober kl. 19 verður fyrilestur við Maluni Marnersdóttir á bókasavninum. Í ár hevði rithøvundurin Heðin Brú fylt 125 ár, og vit fara tí at varpa ljós á hansara skaldskap. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við kaffi og bókmentum.
Heðin Brú (1901-1987) skrivaði tvær skaldsøgur, ið lýsa samanbrestin fyrst í 20. øld millum tað gamla siðbundna samfelagið og tað nýggja. Tann fyrra er Feðgar á ferð, ið kom út í 1940 og tann seinna, Tað stóra takið, kom í 1972). Feðgar á ferð var kosin 20. aldar føroyska skaldsøga, meðan Tað stóra takið ikki hevur fingið eins stóra undirtøku. Í fyrilestrinum fer Malan at greiða frá ritverkinum og høvundinum, munum og líkleikum í hesum báðum skaldsøgunum.
Dagfesting:
08. oktober 2026
Byrjar klokkan:
19:00
Endar klokkan:
20:00
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: