Tiltak

hós. 3. des. kl. 19.00 - 21.00

Lesiringurin hittist aftur

Lesiringurin fer at hittast eina ferð aftur fyri jól. Tað verður hóskvøldið 3. des. kl. 19 - hesaferð á Bókasavninum við Løkin.

Vit hava valt at lesa tvær bøkur - "Móðurmjólk" hjá Nora Ikstena og "Hvor flodkrebsene synger" hjá Delia Owens.
Vit hava bílagt fleiri eintøk av bókunum, so tað er bara at seta seg í samband við bókasavnið, um tú hevur hug at lesa bøkurnar og vera við í lesiringinum.

Lesiringurin er eitt samstarv ímillum Nes sóknar bókasavn og Bókasavnið við Løkin

Byrjar klokkan:

19:00

Endar klokkan:

21:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo