Kunning

06. november 2020

Fá bókaposar frá bókasavninum

Á Bókasavninum við Løkin hava vit hópin av bókum, sum til ber at lána út til ansingarstovnar.

Vit vilja gera tað lættari at fáa fatur á góðum barnabókum, sum kunnu stimbra málmenningina og lesihugin hjá børnum.

Ring ella skriva til okkum, og so finna vit útav hvørjar bøkur og evni hóska til júst tykkara børn.

Vit koyra bókaposarnar út - og avheinta eisini eftir avtalu.

Hetta er galdandi fyri allar ansingarstovnar í kommununi.

Ring á tlf. 23 70 88 ella 59 07 79

ella skriva á lokin@lokin.fo ella á okkara facebooksíðu

Kunning

Vís fleiri
09. november 2026
Bókajóla­kalenadarin
Nú er tíðin komin til at hugsa um jólakalendaran til børnini.Vit bjóða aftur í ár at gera ein bókajólakalendara við 24 bókum sum v…
28. oktober 2026
Skála bókasavn
Skála bókasavn er nú aftur alment opið - og tað er mánadagar kl. 10-14 at tað ber til at koma á bókasavnið at lesa bløðini ella at…
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøv­num kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur. Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevu…