Kunning

01. mai 2021

Vinnararnir av stuttsøgukappingini

Fyri at varpa ljós á og kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving og bókmentum yvirhøvur, hava vit í ár skipað fyri almennari skrivikapping. Kappingin var opin, og treytirnar vóru, at tú skuldi skriva eina stuttsøgu á í mesta lagi 1.200 orð.

Vit vóru gleðiliga ovfarin tá yvir 60 stuttsøgur komu inn áðrenn freistin var úti. Vit takka miriliga fyri áhugan og fyri alt tilfarið sum kom inn. Fleiri lovandi boð vóru, og allar stuttsøgurnar vórðu sendar til dómsnevndina.

Vit arbeiða nú víðari við at fáa tær 10-15 bestu stuttsøgurnar útgivnar í eitt savn, og hetta fara tit ivaleyst at frætta nærri um skjótt.

Vinningar verða givnir í tveimum bólkum:

-          Ein til stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum

-          Ein til stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum

Harumframt verður serstøk virðisløn latin einum ungum fólki, ið vísir serliga góð evnir.

 

Vinnari í bólkinum Stuttsøga ætlað ungum og vaksnum:

Crocker Land – Páll Oddur Rubeksen

Stuttsøgan Crocker Land eigur í sær alt tað, ið kravt verður, at stuttsøga skal eiga í sær.

Hon byrjar mitt í øllum, er ein støða, ið heldur á eina avmarkaða løtu, her er bara ein persónur við minnisbrotum um onkran annan, okkurt ørkymlandi afturlit, og søgan hevur ein raffineraðan enda.

 

Kendi pólfarin Robert Peary skrivar í frásøgn síni um Crocker Land. Seinni kanningar hava avdúkað, at frágreiðingin var følsk, og landið var ikki til. Tann avdúkingin er annar lykilin til søguna og lýsir ómetaliga væl innihaldið 

 

Ørkymlaði maðurin í søguni, sum er minnisveikur, hevur helst verið stjóri í fyritøku, minnist onkur hissini blunk úr fortíðini og grundar um tey við ongum grundarlagi. Hann er í landi, sum ikki er til.

Endin avdúkar alt við einum orði, sum er hin lykilin til at fáa greiðu á søguni.

Søgan er hugfangandi, forvitnislig, væl komponerað og evnisliga viðkomandi.

 

Vinnari í bólkinum Stuttsøga ætlað børnum og ungum:

Tann einsamalli maðurin – Bárður Persson

”Tað var einaferð ein maður, sum var so einsamallur, at tað ber illa til at siga, hvussu einsamallur hann í veruleikanum var.”
Stuttsøgan ”Tann einsamalli maðurin” er ein vælskrivað og stuttlig stuttsøga. Søgan er skrivað til børn og ung, og snýr seg í stuttum um umskiftið frá einsemi til eydnu.
Við stuttligum, beinraknum og knøppum orðingum koma vit á eina ferð við einsamalla manninum, og vegurin til eydnuna, og at vinna prinsessuna, gongur ikki ígjøgnum gandaða skógin ella í hellið hjá risanum, men inn í gamla kamarið hjá mammuni, og einasta vápnið er dustsúgvarin.
Styrkin í søguni er samspælið millum ævintýraheimin og gerandisdagin, og handan søguna um gandaðu prinsessuna og óvæntaða kærleikan, goymir søgan um sakn og einsemi seg. Á henda hátt megnar søgan at raka lesaran á fleiri fláum samstundis, tá fleiri tulkingarmøguleikar standa honum í boði.

 

Serstøk virðisløn latin einum ungum fólki, ið vísir serliga góð evnir:

Andaboð – Silvurlín Solbjerg Jóhansdóttir

At okkara kæru ungu skriva á føroyskum, hevur alstóran týdning fyri, hvussu vit síggja okkum sjálv. Samstundis hevur tað týdning, at tað, sum tey ungu skriva kemur út til ein lesaraskara, so at vit koma at kenna tað, sum tey ungu hugsa um. Eisini hevur tað stóran týdning, at vit eggja teimum ungu at skriva á føroyskum. 

“Andaboð” er ein ræðusøga um eina app, sum ger, at fólk doyggja, sum taka hana niður. Tey fáa boð frá andum úr appini og eitt djór skræðir tey sundur. 

Hetta er herskin kostur, sum tekur tøkniamboð við fyri at lýsa tíðina vit liva í. Okkurt ófrættakent liggur sum ein undirtóni gjøgnum alla søguna. Í hesi stuttsøguni eru fleiri ógvuslig morð og høvuðspersónurin verður blandaður upp í alt. Í slíkum søgum, skal endin ikki avdúkast. Hann mugu tit bíða eftir í spenningi. 

Kunning

Vís fleiri
12. juni 2021
Summarið á bókasøvnunum
Bókasavnið við Løkin er opið alt summarið yrkadagar kl. 13-18 og leygardagar 10 - 14 (tó er stongt leygardagar frá viku 26-32) S…
04. juni 2021
Summarbókin - ein lesiavbjóðing!
Í summar hava vit valt at gera eina stuttliga og læruríka lesiavbjóðing til øll børn og ung ímillum 6 - 16 ár. Vit ynskja at stimb…
21. mai 2021
Ársfrágreiðing fyri Bókasavnið við Løkin 2020
Loksins kom ársfrágreiðingin fyri bókasavnsárið 2020 Ársfrágreiðingar