Kunning

01. november 2022

Bóka-jólakalendarin!

Nú er tíðin aftur komin at hugsa um jólakalendara til børnini
Tit kunnu aftur í ár læna ein bókakalendara ókeypis og ómakaleyst frá bókasavninum. Læn 24 bøkur – eina til hvønn dag fram til jóla. Soleiðis hava tit ta hugnaligu og góðu løtuna saman hvønn dag í jólameldrinum
Vit seta jólakalendaran saman sum tit ynskja, alt eftir aldri og áhugamálum hjá børnunum. Ein møguleiki er eisini at velja 4 bøkur - eina til hvønn dag í advent! Eisini eru summi sum velja 12 bøkur - soleiðis kunnu tit geva bøkur annanhvønn dag, og okkurt annað hinar dagarnar. Hetta riggar eisini væl til smærru børnini, tí teimum dámar sera væl at lesa somu bøkurnar aftur og aftur. Tit eru sjálvandi eisini vælkomin inn sjálvi at velja tykkum bøkurnar. Nógvir ansingarstovnar hava eisini umbiðið hendan vælumtókta bóka-jólakalendaran.


Ring ella skriva til okkum, og so siga vit frá tá jólakalendarin er klárur. Vit pakka eisini bøkurnar inn í pappír, um tit ynskja tað. Til ber at avheinta kalendaran á Skála bókasavni ella á Bókasavninum við Løkin

Tlf. 237088

teldupost: lokin@lokin.fo

ella skriva til Bókasavnið við Løkin á facebook


Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum. Í fjør var bóka-jólakalendarin so væl umtøktur, at hillarnar við myndabókum vóru so gott sum tómar tá jólini vóru í hondum. Hetta er 5. ár at vit bjóða hendan jólakalendaran, og áhugin økist fyri hvørt ár.

Góðan morgun Føroyar var og vitjaði bókasavnið - til ber at lurta her - uml. 11. min inn í sendingina

 

 

Kunning

Vís fleiri
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…
10. juni 2026
Summar lesiavbjóðingin
Les í 6 x 20 min og fá ein ís! Árliga summar lesiavbjóðingin byrjar mánadagin 15. juni Øll fáa eitt lukti-bókamerki tá tey fáa s…