Kunning
01. november 2023
Foreldracafé á bókasavninum - hitt ein heilsufrøðing
Kom og vitja bókasavnið við børnunum - vit hava kaffi á kannuni, leikur at spæla við og eina rúgvu av bókum at læna ella at lesa. Og so verður møguleiki fyri at hitta ein heilsufrøðing frá Gigni og práta um heilsuna hjá børnunum.
Ætlanin er at hava ein morgun um mánaðin, har foreldur og onnur kunnu koma á bókasavnið at hugna sær við børnunum - at lesa saman við teimum og fáa sær ein duss.
Vit fara tá at fáa vitjan av einum heilsufrøðingi frá Gigni, sum er til reiðar at svara spurningum sum tú kanska gongur við.
Nærri verður lýst seinni
Vit gleða okkum at síggja teg!
Kunning
16. november 2026
Biblo og Biblo GO! koma ístaðin fyri eReolen og eReolen GO!
eReolen og eReolen GO! eita frá 17. november 2026 Biblo og Biblo GO!
Hetta merkir eisini at nýggjar appir mugu takast niður, og…
11. november 2026
broyttar upplatingartíðir komandi tveir leygardagarnar
Leygardagin 14. nov. er bókasavnið bert opið kl. 11-14 vegna Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum
Leygardagin 21. nov. er bókasavnið…
09. november 2026
Bókajólakalenadarin
Nú er tíðin komin til at hugsa um jólakalendaran til børnini.Vit bjóða aftur í ár at gera ein bókajólakalendara við 24 bókum sum v…