Kunning

30. september 2024

Heystfritíðin á bókasavninum

Tá heystfrítíð er, eru betri stundir at koma á bókasavnið. Vit vilja fegin síggja so nógvar gestir á bókasavninum sum gjørligt, og tí skipa vit fyri ymiskum í heystfrítíðini:

- Spurnakapping! Vit burturluta 2 eintøk av Tann fantastiski bussurin
- Kom og ger perluarmbond! Vit hava perlurnar
- Søguløta fríggjadagin 18. okt. kl 16! Noomi Reinert lesur Tann fantastiski bussurin
- Kom og tekna! Vit hava litblíantar og nógvar stuttligar myndir at tekna

 

Bókasavnið við Løkin er opið alla vikuna frá kl. 13-18 yrkadagar og kl. 10-14 leygardag

Skála bókasavn er stongt í heystfrítíðini

Kunning

Vís fleiri
11. november 2026
broyttar upplatingartíðir komandi tveir leygardagarnar
Leygardagin 14. nov. er bókasavnið bert opið kl. 11-14 vegna Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum Leygardagin 21. nov. er bókasavnið…
09. november 2026
Bókajóla­kalenadarin
Nú er tíðin komin til at hugsa um jólakalendaran til børnini.Vit bjóða aftur í ár at gera ein bókajólakalendara við 24 bókum sum v…
28. oktober 2026
Skála bókasavn
Skála bókasavn er nú aftur alment opið - og tað er mánadagar kl. 10-14 at tað ber til at koma á bókasavnið at lesa bløðini ella at…