Kunning

09. oktober 2024

Listabók um Frimod Joensen

Øssur Johannesen hevur skrivað eina bók um listamannin Frimod Joensen, sum varð føddur í 1915 og doyði í 1997. 

Fyrsta helvt av bókini er tekstur sum Øssur hevur skrivað um lív og virkið hjá Frimod. Teksturin er á føroyskum, enskum og síðani á donskum. Seinna helvt av bókini eru endurgivnar tekningar og málningar sum Frimod Joensen sjálvur hevur gjørt.

Øssur skrivar, at listamaðurin hevur havt eitt stórt, ríkt og óavmarkað hugflog, ið hann oysti úr sum listarmaður. Frimod Joensen var eisini óvanliga fjølbroyttur og víðfevnandi sum listamaður. Hann varð føddur á Sandi og búði sum ungur eisini í Keypmannahavn, men búði og virkaði flestu árini í Havn. Frimod Joensen var sjálvlærdur og var ein serstakliga orginalur listamaður, heldur rithøvundurin.

Øssur gevur sjálvur bókina út. - Í bókini eru endurgivnir málningar og tekningar, eitt nú fleiri tekningar, sum ikki eru sæddar áður, sigur rithøvundurin.

Bókin er til láns á bókasøvnunum kring landið

Kunning

Vís fleiri
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…
04. juni 2026
Bløðini á bókasavninum
Vit hava føroysku bløðini á bókasavninum - og Frihedsbrevet liggur á teldlinum, umframt ein rúgva av útlendskum bløðum á Pressread…