Kunning

01. mars 2025

Vinnarin av ársins Lesaravirðisløn!

Bókin ”Lygn” hjá Eyðun Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum.

Í allan februar mánaða hevur verið gjørligt at atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í 2025 vóru ”Lygn” eftir Eyðun Klakstein, ”Sára Malena : seinasta gandakellingin í Føroyum” eftir Sólrún Michelsen og ”Vilstar røtur” eftir Ingun Christensen og vinnarin gjørdist ”Lygn”.

Mikudagin 5. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin, áljóðandi 30.000kr, handað á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin til handanina, har vit fara at fáa upplestur, tónleik og lítið ábit.

Á øðrum sinni verður Lesaravirðislønin latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Kunning

Vís fleiri
28. oktober 2026
Skála bókasavn
Skála bókasavn er nú aftur alment opið - og tað er mánadagar kl. 10-14 at tað ber til at koma á bókasavnið at lesa bløðini ella at…
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøv­num kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur. Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevu…
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…