Kunning

17. apríl 2025

ÚTSETT!!! LISTAFRAMSÝNING v/ Øssur Johannesen á Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu

hós. 24. apr. kl. 13.00 - sun. 27. apr. kl. 17.00
LISTAFRAMSÝNING v/ Øssur Johannesen
Á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu sýnir Øssur Johannesen fram tekningar sínar á Bókasavninum við Løkin. Myndaevni er úr krígnum í Ukraina, heimleys, sinnissjuk og flóttafólk, umframt onkur náttúrumynd.

Øssur johannesen er umboðaður a listasavni Føroya, Ovartaci museum Århus, Sankt Hans museum Roskilde, European art museum Danmark og i fleiri bókum um føroyska list. Hann var bert 23 ára gamal tá hann syndi fram einsamallur á listasavninum - hann er, saman vid Rannvu Kunoy, tann yngsti sum hevur gjort tað. Øssur hevur luttikið í nógvum framsýningum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noreg, Áland, París, Wien og Hollandi. Hann hevur eisini skapt nógvan tonleik solo og saman vid Karsten Vogel, Hans Karl Hansen, Hjalta Joensen, Agnar Lamhauge og Rasmus Rasmussen. Øssur hevur eisini skrivað bøkur - 2 yrkingasøvn og 2 listabøkur um Frimod Joensen og Tummas Jákup Thomsen.
Listaframsýningin er opin alla vikuna frá kl. 13-18, leygardag kl. 10-16 og sunnudagin kl. 14-17. Tíverri eru tekningarnar ikki komnar til landið enn, men eru vónandi klárar til 24. apríl kl. 13

Kunning

Vís fleiri
21. apríl 2025
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu 2025
Vit gleðast um, at vit ganga móti ljósari tíðum og er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kom…
17. apríl 2025
ÚTSETT!!! LISTAFRAMSÝNING v/­ Øssur Johannesen á Mentan­arvikuni í Runavíkar kommunu
hós. 24. apr. kl. 13.00 - sun. 27. apr. kl. 17.00LISTAFRAMSÝNING v/ Øssur JohannesenÁ mentanarvikuni í Runavíkar kommunu sýnir Øss…
25. mars 2025
Faktalink til skúlabrúks!
RITA INN Á FAKTALINK ALLASTAÐNIS FRÁ - VIÐ LÁNARANUMMARI og PINKOTU (Vel 'Landsbókasavnið' við Bibliotekslogin) Um Faktalink  h…