Kunning

21. apríl 2025

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu 2025

Vit gleðast um, at vit ganga móti ljósari tíðum og er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.

Mentanarvikan verður í døgunum 21.-27. apríl. Til ársins Mentanarviku hava íbúgvar í Runavíkar kommunu, saman við øðrum góðum kreftum, av sonnum spílað seg út við nógvum góðum íkasti til skránna.

Skráin er áhugaverd og umfevnandi, og hevur okkurt at bjóða til allar aldursbólkar og øll áhugamál. Tiltøk verða í øllum 15 bygdunum, so nú er gott høvi at vitja hvønn krók í kommununi.

Á skránni eru gongutúrar, verkstovur, fyrilestrar, bókaframløgur, konsertir, listaframsýningar og mangt, mangt annað. Millum annað verður Føroyskur dansur í Funningi, Møsn í Søldarfirði, portrettmálaratiltak í Runavík, konsert í Rituvík, heimablídni í Oyndarfirði, gongutúrur við Prestá og Ytra Skála, pubquiz í Æðuvík, verkstova í Gulu Smiðju og fyrilestur í Løkshøll - og hetta er bert eitt lítið brot úr rúgvusmiklu skránni.

Støkk inn á gólvið til setanina í Gulu Smiðju mánadagin 21. apríl kl.14.00. Til ber eisini at súkkla hagar í ferðalagi við Rynkunum. Á skránni er tónleikur, røða og okkurt gott til góman.

Á Bókasavninum við Løkin verður listaframsýning við Øssur Johannesen, teknikapping til børn og ung, být um putlispøl, bókaframløga við Dánjal Petur Højgaard og vinnararnir av ársins skrivikapping verða kunngjørdir. Harumframt verður ein søguløta á Skála bókasavnið og við Løkin mikudagin.

Kaga í fjølbroyttu skránna fyri ársins Mentanarviku á mentanarvikan.fo

Kunning

Vís fleiri
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…
16. juni 2026
Summarið á bókasavninum
Nú er skúlafrítíðin í hondum, men bókasavnið er opið alt summarið.  Vit byrja uppá summarupplatingartíðirnar mánadagin 29. juni o…
10. juni 2026
Summar lesiavbjóðingin
Les í 6 x 20 min og fá ein ís! Árliga summar lesiavbjóðingin byrjar mánadagin 15. juni Øll fáa eitt lukti-bókamerki tá tey fáa s…