Kunning

13. apríl 2026

Bókasavnið á ferð - í Funningi

Í sambandi við Mentanarvikuna í kommununi, fer Bókasavnið við Løkin mánadagin 20. apríl á ferð til Funnings. Vit fara at hava opið allan dagin í Funningi, við bókum, søguløtu, gyklaverkstovu, perlum og brosjum. Vit bjóða eisini kaffi og okkurt smátt afturvið.

Søguløta við Silja Aldudóttir verður kl. 16.00 - vit hoyra bókina "Bjarta bustar tenn" - og aftaná sleppa børnini at royna seg við tannbustini.

Gyklaverkstova við Ásbjørn Berthelsen verður kl. 17.00 - Kundi tú hugsað tær at duga nøkur gykl at víst fyri tínum vinum? Eitt korttrick ella at fingið okkurt at hvørva? Ásbjørn lærir teg at gera nøkur kul gyklakynstur. Verkskeiðið er  fyri børn 9-14 ár og kostnaðurin er 50,-. Tey, sum koma á skeiðið fáa alt tilfarið, sum er neyðugt at brúka. 
atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo

Bókasavnið er opið kl. 10-18. Sí meir um søguløtuna og um gyklaverkstovuna (sum krevur atgongumerki) undir "tiltøk" á lokin.fo

Kunning

Vís fleiri
13. apríl 2026
Bókasavnið á ferð - í Funningi
Í sambandi við Mentanarvikuna í kommununi, fer Bókasavnið við Løkin mánadagin 20. apríl á ferð til Funnings. Vit fara at hava opið…
17. mars 2026
eReolen GO!
Rita inn við lánaranummari og PINkotu. Bókasavnstilfar til børn 7-14 ár. Veitst tú, at tú á appini eReolen GO, púra ókeypis kanst…
02. mars 2026
Lesaravirðislønin 2026
Í gjár bleiv Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasavninum. T…