Kunning

02. mars 2026

Lesaravirðislønin 2026

Í gjár bleiv Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasavninum.

Tað var Oyvør Dam Jacobsen, leiðari á Bókasavninum við Løkin í Runavík sum handaði virðislønina. Í røðuni segði Oyvør m.a. at:

Svørt orkidé er ein lítil og lítillátin bók at síggja til, men fer so vítt og djúpt sum tað yvirhøvur ber til. Evnið er so grundleggjandi innhugsið og persónligt – og samstundis so stórt, organiskt og samantvunnið í kosmos.
Hesin móðurkærleikin sum gevur okkum alla styrki í heiminum, eina styrki sum kann hvørva ella implodera upp á eitt sekund, og sum er bundin í hetta menniskjað sum vit ikki kunnu, skulu ella sleppa at hjálpa altíð.
Eg haldi at júst hetta ger at hetta verkið røkkur so víða – vit skilja beinanvegin hvat er uppá spæl, og liva okkum inn í søgugongdina alt fyri eitt. Vit fylgja mammuni í undirheimin og út í urtagarðin, aftur í tíð og fram í tíð. Vit fara niður í moldina við henni og koma uppaftur eisini. Her verða sett orð – vandamikil orð, møguliga – á tað hjálparloysi og tann óttan sum er ein sáttmálabundin fylgisveinur hjá kærleikanum.

Hjartaliga tillukku Vónbjørt Vang!

Øll røðan kann lesast her Landsbókasavnið

Kunning

Vís fleiri
27. juli 2026
Ólavsøkan á bókasavninum
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er bókasavnið stongt. Vit hava opið aftur hósdagin 30. juli kl 11   Vit ynskja øllum eina góða óla…
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…