Kunning

22. mai 2026

Fá sólblómuband á bókasavninum


Grønu sólbondini fáast nú eisini á Bókasavninum við Løkin.

Fyri at skapa betri rúmd fyri fólki við ósjónligum avbjóðingum í almenna rúminum eru føroysku bókasøvnini nú eisini við í sólblómuskipanini. 

Fólk kunnu hava ymiskar avbjóðingar, uttan at tað sæst á teimum, t.d. angist, autismu, ADHD, heilaskaða, alzheimers, PTSD og mangt annað. Ósjónligar avbjóðingar kunnu gera tað torført at ferðast millum ókend støð og fremmand fólk. Yvirhøvur at fara út um gátt, kann sýnast torført. 

Tá kann sólblómubandið lætta um lívið. Við sólblómubandinum um hálsin er tað sjónligt fyri øðrum, at tey skulu bera seg varliga at t.d. við tolni, umsorgan ella kanska við at hjálpa.

Sólblómubandið fæst hjá okkum. Tað krevst ongin frágreiðing, og bandið verður latið uttan spurningar. 

 

Tú kanst lesa meir um sólblómuskipanina HER

Kunning

Vís fleiri
18. august 2026
"VILLA HJARTAÐ" - SØGUR ÚR ÍRLANDI
Hvat merkir villa hjartað? Er tað teskan náttúrunnar? Upprunin til alt? Ella kanska enntá vekingin av sannleika í einum persóni? …
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…