Kunning

18. august 2020

Nú byrja teir aftur! Fyrilestrar í samstarv við Løkshøll

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður aftur í vetur skipað fyri fyrilestrum á bókasavninum og í Løkshøll. Fyrsti fyrilesturin verður týsdagin 6. oktober.

Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar. Fyrilestrarnir eru annaðhvørt á enskum ella donskum máli

Fyrilestrarnir eru ókeypis, og ein drekkamuður er at fáa í steðginum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kunning

Vís fleiri
16. november 2026
Biblo og Biblo GO! koma ístaðin fyri eReolen og eReolen GO!
eReolen og eReolen GO! eita frá 17. november 2026 Biblo og Biblo GO!  Hetta merkir eisini at nýggjar appir mugu takast niður, og…
11. november 2026
broyttar upplatingartíðir komandi tveir leygardagarnar
Leygardagin 14. nov. er bókasavnið bert opið kl. 11-14 vegna Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum Leygardagin 21. nov. er bókasavnið…
09. november 2026
Bókajóla­kalenadarin
Nú er tíðin komin til at hugsa um jólakalendaran til børnini.Vit bjóða aftur í ár at gera ein bókajólakalendara við 24 bókum sum v…