Kunning

03. mars 2020

Metár hjá Bókasavninum við Løkin

Bókasavnið við Løkin er í einum góðum stima fyri tíðina. Hagtølini vísa, at bókasavnið hevur havt tvífalt so nógv vitjandi í 2019 í mun til 2018. Harumframt er útlánið til almenningin tað størsta nakrantíð í 2019.

Rákið í hinum norðurlondunum í dag er, at útlánið minkar, ímeðan vitjanartølini hækka støðugt. Tað vísir seg at nógv nýta bókasøvnini, men ikki bert til at leita sær vitan og upplýsing. Í stóran mun er bókasavnið í dag eitt neutralt stað har tú kanst vera, arbeiða, lesa og hitta onnur.

Tað sum vit royna at leggja okkum eftir er, at bókasavnið skal vera eitt stað har øll kenna seg vælkomin, og enn meira, eitt stað sum okkara borgarar føla at tey eiga lut í. Bókasavnið er jú okkara.

Eitt væleydnað tiltak sum vit byrjaðu í 2018 er Søguløtan. Aðruhvørja viku lesa vit eina barnabók og bjóða ein drekkamunn afturvið – og hendan hugnaliga løtan hevur rættiliga fingið vind í seglini hjá bókasavninum. Bæði børn og vaksin hava tikið hetta tiltakið til sín, og tey sum lesa fyri børnunum eru ymisk sjálvboðin fólk sum lesa eina yndis- ella serliga bók. Á Skála er eisini áhugi fyri søguløtuni, og ætlanin er at triðju hvørja viku skal ein søguløta vera á skúlabókasavninum á Skála eisini.

Lesiringurin, ið er eitt samstarv ímillum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin, er eisini ein fastur táttur, og hann gongur væl – við rímiliga nógvum vitjandi. Samstarvið við Løkshøll hevur eisini hilnast væl, og ma. stroymdu fyrilestrarnir úr Aarhus Universitet eru væl móttiknir

Ársfrágreiðingar, hagtøl og yvirlit yvir tiltøk farin ár, kunnu lesast á heimasíðuni, undir fólkabókasavnið.

Kunning

Vís fleiri
31. mars 2026
Gleðiligar páskir <3
Bókasavnið er stongt á páskum, frá hósdag, 2. apríl til og við mánadag, 6. apríl. Vit lata upp aftur týsdagin 7. apríl kl 13. Gle…
17. mars 2026
eReolen GO!
Rita inn við lánaranummari og PINkotu. Bókasavnstilfar til børn 7-14 ár. Veitst tú, at tú á appini eReolen GO, púra ókeypis kanst…
02. mars 2026
Lesaravirðislønin 2026
Í gjár bleiv Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasavninum. T…