Kunning
15. apríl 2021
Conny kunnar!
Tey sum kennast við Bókasavnið við Løkin, kenna helst eisini sera ágrýtna og tænastusinnaða starvsfólkið hjá okkum - Conny Rasmussen. Hon er ein eldsál tá tað kemur til bókmentir, og hevur í fleiri ár lagt kunning út facebooksíðu sína: Bókasavnið við Løkin, Conny kunnar
Nú er Conny farin í holt við ein blogg, har hon leggur ymiskt áhugavert út um bókmentir og bókmentaheimin. Vit viðmæla avgjørt at vitja bloggin
https://connykunnar.blogspot.com
Conny hevur eisini lisið fleiri myndabøkur upp, við myndum og ljóðmynd til á okkara youtube rás. Hesar talgildu søguløturnar er sera væl vitjaðar. Tær kunnu síggjast og hoyrast her: YouTube, Bókasavnið við Løkin
Kunning
28. oktober 2026
Skála bókasavn
Skála bókasavn er nú aftur alment opið - og tað er mánadagar kl. 10-14 at tað ber til at koma á bókasavnið at lesa bløðini ella at…
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøvnum kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur.
Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevu…
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her:
Retriever - News Archive
Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…