Kunning

28. februar 2022

Kríggj í Ukraina

Tað er ikki bara sum at siga tað at halda seg dagførdan um støðuna í Ukrana. Nógv er at hoyra, og eisini nógv ósannindi eru at hoyra. Her kunnu bókasøvnini gera seg galdandi, og vísa á álítandi keldur at fáa kunning frá.

Ein góð kelda til informatión er Faktalink. Har verður dagført um støðuna dag um dag, og eisini ber til at seta seg inn í bakgrundina og orsøkirnar til kríggið. Tað eru ymiskir serfrøðingar og tíðindafólk sum skriva á Faktalink. Um tú ynskir fulla atgongd til Faktalink, er neyðugt at koma á bókasavnið at lesa.

Børnini kunnu tíanverri ikki verjast púra frá at hoyra um kriggið, og tí er eisini umráðandi at vita hvussu vit skulu tosa við tey um tað. Forlagið Forår hevur júst nú útgivið eina ókeypis e-bók "Anton er bange for krig". Hon er ætlað til børn 6-9 ár, og er á donskum. Hon kann skaffast ókeypis sum pdf her Um trupulleikar eru við at fáa hana, er bara at siga frá her hjá okkum.

Red Barnet hevur eisini gjørt eina stutta vegleiðing í, hvussu vit best tosa við børn um kríggj - vegleiðingina finnur tú her

Kunning

Vís fleiri
28. oktober 2026
Skála bókasavn
Skála bókasavn er nú aftur alment opið - og tað er mánadagar kl. 10-14 at tað ber til at koma á bókasavnið at lesa bløðini ella at…
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøv­num kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur. Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevu…
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…