Kunning

02. februar 2023

Skriva bræv til tína hetju

Hvør er tín hetja? Er ein ávís føroysk ella útlendsk kvinna, livandi ella deyð, ið hevur givið tær íblástur ella hevur verið tín fyrimynd í gerandisdegnum, arbeiðslívinum, ella sum hevur ávirkað teg hugsjónarliga, listarliga ella menniskjaliga?

Altjóða kvinnudagurin er 8. mars og í tí sambandinum bjóða Bókasavnið við Løkin, Løkshøll og Kongshavnar Kvinnufelag tær at skriva eitt bræv til eina kvinnu, ið hevur verið hetja ella fyrimynd fyri teg.

Skriva eitt bræv, ið byrjar við "Góða" og síðani navnið á viðkomandi kvinnu. Greið stutt frá, hvør og hvaðani kvinnan er, og hvørt tilknýti, tú hevur til hana; er hon mamma, omma, gumma tín, ella hoyrdi tú um hana í skúlanum, læs um hana í eini bók, ella hvussu komst tú í samband við hana? Kom gjarna við dømum um, á hvønn hátt hon hevur ávirkað teg og títt lív. Hvørjar eginleikar hevur hon, ella hvat serligt er við henni, sum gav tær íblástur? Hevur tú onkra stutta søgu um, hvat gjørdi hana fyrimyndarliga? Um tú skuldi sent henni eina tøkk, hvussu hevði tann setningurin ljóðað? Seinast í brævinum skrivar tú "kærar heilsanir" og títt navn.

Skriva brævið við hond ella teldu, í mesta eina A4 síðu (ella tvær, um skrivað verður við hond). Vinarliga send brævið og eina mynd av kvinnuni (um møguligt) við posti ella telduposti til Bókasavnið við Løkin, Rókavegur 1, 620 Runavík, ella á lokin@lokin.fo í seinasta lagið 3. mars kl. 18. Minst til at skriva títt navn, aldur, bústað og telefonnummar í teldupostin ella á ein seðil saman við brævinum. Um tú ynskir at vera dulnevnd/ur, viðmerk tað í postinum, tú sendir okkum.

Brøvini verða sýnd fram á Bókasavninum við Løkin 7.-14. mars.

Ferniseringin verður 7. mars kl 19 við upplestri, tónleiki, framløgu og kaffi.

Hoyr meir um tiltakið, sum vit vóru í Kringvarpinum og greiddu frá um HER

Kunning

Vís fleiri
02. desember 2025
Mín jólabók fyllir 75 ár
Í ár eru 75 ár liðin síðan fyrsta Mín jólabók kom út! Vit hava tí eina framsýning við nøkrum av vøkru útgávunum ígjøgnum árini
02. desember 2025
Bókaklubbajól á Bókasavni­num við Løkin leygar­dagin 13. desember
Bókaklubbajól verður við Løkin tann 13. desembur kl. 11-16! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og nógv…
10. november 2025
Listaframsýning á bókasavninum
Ein listaframsýning hongur uppi á bókasavninum fram til jóla. Anja Hentze hevur gjørt listaverkini til ársins "Jól við Løkin" og v…