Kunning

04. mai 2023

fyrstu 3 partarnir av Bókabrell eru komnir!

Nú ber til at hoyra fyrstu tríggjar partarnar av Bókabrell, sum Conny Rasmussen og Oyvør Dam Jacobsen vara av.

Poddvarpið kemur at liggja á fleiri síðum, td. Spotify og Apple podcast

Til ber at finna Bókabrell 1. part herBókabrell 2. part her og 3. part her

 

Á bókasavninum kemur alla tíðina nýtt gott lesitilfar, og tað vilja Conny Rasmussen og Oyvør D. Jacobsen fegnar varpa meir ljós á. Tað er blivið til verkætlanina BókaBrell! 

"Vit fara at práta um nýggjar og komandi bøkur á bókasavninum. Skaldsøgur, yrkingar, stuttsøgur og yrkisbókmentir, barnabøkur, teknirøðir og ungdómsbøkur - føroyskar og útlendskar bøkur. Hvørjar bøkur fáa nógva umrøðu? Hvat spyrja fólk eftir á bókasavninum? Hvat er okkurt av tí góða sum vit sjálvar hava lisið?
Vit gleða okkum at hoyrast 1 - 2 ferðir um mánaðin."

Kunning

Vís fleiri
04. september 2023
Lesiavbjóðingin "Summarbókin" er av
Nú er lesiavbjóðingin Summarbókin endað, og vit fingu 97 ørk við ummælum inn  Vit hava drigið lut um 4 gávukort til Bókabúðina í S…
29. august 2023
Gáva frá Runavíkar kommunu til øll sum fylla 3 ár
Runavíkar kommuna vil fegin vera við til at stimbra lesigleðina og lesiførleikan hjá okkara smærru borgarum, og samstundis ynskja…
05. juli 2023
Stuttsøgukapping í sambandi við Fjølmentan­arvikuna 23
STUTTSØGUKAPPING Fjølmentanarvikan 23 // Multicultural Week 23 *English below* Í sambandi við Fjølmentanarvikuna 23 skriva tey…