Kunning

04. mai 2023

fyrstu 3 partarnir av Bókabrell eru komnir!

Nú ber til at hoyra fyrstu tríggjar partarnar av Bókabrell, sum Conny Rasmussen og Oyvør Dam Jacobsen vara av.

Poddvarpið kemur at liggja á fleiri síðum, td. Spotify og Apple podcast

Til ber at finna Bókabrell 1. part herBókabrell 2. part her og 3. part her

Nýggjastu partarnir av Bókabrell eru nú komnir út - og hetta eru 3 serligir partar sum eru upptiknir í Norðurlandahúsinum, í sambandi við Bókadagar. Í samstarvi við Rithøvundafelagið høvdu vit fleiri stuttar samrøður, og 3 av teimum kunnu nú hoyrast. Fyrsta samrøðan er við Ingun Christensen, og vit tosa um nýggju skaldsøgu hennara: Vilstar røtur. Lurta her Onnur samrøðan sum vit hava lagt út, er við Ben Arabo, og vit tosa um stuttsøgusavnið sum hann gav út fyrr í ár Tíðarhylkið. Lurta her. Og síðsti parturin sum vit hava lagt út, er samrøðan við Hanus Kamban. Vit tosa við Hanus um nýggju bók hansara, ið júst er komin út "Antisemitisma". Samrøðuna hoyrir tú her.

Hesir tríggjir partarnir av Bókabrell eru upptiknir í matstovuni Systrar í Norðurlandahúsinum. Prát og stákan hoyrist aftanfyri samrøðuna, kanska í onkrum førum so mikið at tað órógvar nakað. 

Á bókasavninum kemur alla tíðina nýtt gott lesitilfar, og tað vilja Conny Rasmussen og Oyvør D. Jacobsen fegnar varpa meir ljós á. Tað er blivið til verkætlanina BókaBrell! 

"Vit fara at práta um nýggjar og komandi bøkur á bókasavninum. Skaldsøgur, yrkingar, stuttsøgur og yrkisbókmentir, barnabøkur, teknirøðir og ungdómsbøkur - føroyskar og útlendskar bøkur. Hvørjar bøkur fáa nógva umrøðu? Hvat spyrja fólk eftir á bókasavninum? Hvat er okkurt av tí góða sum vit sjálvar hava lisið?
Vit gleða okkum at hoyrast 1 - 2 ferðir um mánaðin."

Kunning

Vís fleiri
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…
10. juni 2026
Summar lesiavbjóðingin
Les í 6 x 20 min og fá ein ís! Árliga summar lesiavbjóðingin byrjar mánadagin 15. juni Øll fáa eitt lukti-bókamerki tá tey fáa s…