Kunning

05. juli 2023

Stuttsøgukapping í sambandi við Fjølmentanarvikuna 23

STUTTSØGUKAPPING

Fjølmentanarvikan 23 // Multicultural Week 23

*English below*


Í sambandi við Fjølmentanarvikuna 23 skriva tey føroysku bókasøvnini í samstarvi við Rithøvundafelag Føroya út stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á fjølmentan í Føroyum.
Evnið er “Heim” og søgan skal verða millum 1000 og 1500 orð til longdar. Teksturin skal skrivast á teldu. Kappingin er fyri øll og skrivast kann á hesum málum: føroyskum, enskum, donskum, norskum, svenskum, íslendskum, týskum, fronskum, sponskum, ukrainskum og russiskum.
10.000 kr verða lætnar í vinningi fyri vinnandi stuttsøguna
Fyri at luttaka skal søgan sendast til: fjolmentan@gmail.com innan midnátt 1. oktober 2023.
Tá tú sendir inn, minst til at viðmerkja fult navn, teldupost og telefonnummar. Eisini skalt tú viðmerkja, hvørjari kommunu tú býr í. Um tær lystir, kanst tú skriva nakrar reglur um teg sjálva/-an.
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at gera av til hvønn virðislønin verður latin og eisini møguliga at umseta stuttsøguna til føroyskt og/ella enskt. Eisini tilskilar dómsnevndin sær rætt til møguliga at útgeva søgurnar í upp til eitt ár eftir tíðarfreistina.


// IN ENGLISH //


Short Story Competition
As part of the Multicultural Week 23, the Faroese Libraries and The Faroese Writer’s Union (Rithøvundafelag Føroya) are launching a short story competition to celebrate and shed light on multiculturalism in the Faroe Islands. Everyone is welcome to participate!
Please submit a short story about the subject “Home”. The story has to be between 1000 and 1500 words. The story must be typed. You can write in one of these languages:
Faroese, English, Danish, Norwegian, Swedish, Icelandic, German, French, Spanish, Ukrainian, and Russian.
The award for the best short story is: kr. 10.000
In order to participate please submit your story to: fjolmentan@gmail.com before midnight on October 1st 2023. When you submit, remember to add your full name, email address, phone number and in which municipality you live. You are also welcome to write a little bit about yourself.
A panel of judges will decide the winner and may also translate submitted stories into Faroese or English. The panel also has the right to publish stories for up to a year after the deadline.

Kunning

Vís fleiri
14. august 2025
Nýggjar upplatingartíðir
Vit hava nú longt upplatingartíðina leygardag, soleiðis at vit hava opið leygardagar kl. 11-16. Vónandi verður hetta væl móttikið…
22. juli 2025
Nýggjur partur av Bókabrell komin
So kom loksins ein nýggjur partur av Bókabrellinum hjá okkum - hesaferð við einum nýggjum verti: Unn Paturson. Vit tosa um ymiskt…
23. mai 2025
vinnarar­nir av teknikappingini
Hetta eru røsku og dugnaligu vinnararnir av teknikappingini frá Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu Vit fingu nógvar flottar andlit…