Kunning

20. september 2024

Nú byrja stroymdu fyrilestrarnir aftur

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin.

Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis. Fyrilestrarnir verða sýndir í Løkshøll í so stóran mun sum tað er gjørligt, og annars á Bókasavninum við Løkin. Inngongdin er umvegis bókasavnið.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Fyrilestrarnir í heyst/vetur 24 eru:

24. september kl. 18 - Spegilsmynd og mýl

1. oktober kl. 18 - Forsøguligu veðurlagsvanlukkurnar

22. oktober kl. 18 - Stjørnukikarin - vindeygað til alheimin

5. november kl. 18 - Tøl, tilvild og støkkmark

12. november kl. 18 - Fortíðar- og framtíðarinnar náttúra

19. november kl. 18 - Ølvísindi

 

 

Kunning

Vís fleiri
18. august 2026
"VILLA HJARTAÐ" - SØGUR ÚR ÍRLANDI
Hvat merkir villa hjartað? Er tað teskan náttúrunnar? Upprunin til alt? Ella kanska enntá vekingin av sannleika í einum persóni? …
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…