Kunning

08. januar 2025

Barnafilmsfestivalurin verður settur við einum braki

Nú nærkast 17. januar, tá ið Barnafilmfestivalurin fer av bakkastokki. Byrjað verður kl. 17.00 við einum stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Tá trína DJ Kingz á pallin, meðan KÆTI skipar fyri barnaundirhaldi og bjóðar poppkorn.

Ein hálvan tíma seinni letur Norðurlandshúsið dyrnar upp í stóru Høllini, har Oscar-tilnevndi animatiónsfilmurin Úlvafólk (en: Wolf Walkers) verður sýndur. Tað serstaka við sýningini er, at filmurin verður ljóðsettur við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spælir. Hetta kallast eisini live-dubbing. Filmshúsið, sum er fyriskipari av Barnafilmfestivalinum, hevur lagt seg eftir, at allir filmarnir eru á føroyskum. Endamálið er fyrst og fremst at geva børnum eina góða filmsuppliving, men ætlanin er eisini at kveikja áhugan og forvitnið hjá børnum fyri filmi yvirhøvur – serstakliga filmum á føroyskum. Vikuskiftið 18.-19. januar er skráin kjokkfull at verkstovum og filmsýningum til børn og allar barnsligar sálir. Í ár eru tiltøkini í Runavík, Klaksvík og Havn, og tætt samstarv hevur verið við stovnar í  kommununum, Løkshøll, Norðurlandshúsið, Varpið, Havnar bio, Kringvarp Føroyar og privatar veitarar.

Skráin fyri barnafilmfestivalin er nú almenn, men verður dagført so hvørt. Les meira á bff.fo ella á facebookvanganum “Barnafilmfestivalurin”.

Her á síðuni hjá Bókasavninum við Løkin, sæst hvat vit hava á skrá her á staðnum

Kunning

Vís fleiri
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…
16. juni 2026
Summarið á bókasavninum
Nú er skúlafrítíðin í hondum, men bókasavnið er opið alt summarið.  Vit byrja uppá summarupplatingartíðirnar mánadagin 29. juni o…