Kunning

10. februar 2025

Dagstovnar í Runavíkar kommunu við í norðurlendskum lesiátaki

Pippi, Mumi og Klintrimús. Tað eru bara tríggir av dýrgripunum í norðurlendsku barnabókmentunum, sum gjøgnum árini hava hugbundið bæði børn og vaksin. Men eisini hava hesi knýtt okkum saman í ein norðurlendskan felagsskap. Og komandi tíðina fara børnini á dagstovnunum í Runavíkar kommunu at møta einum nýggjum ættarliði av norðurlendskum barnabókmentum. Stovnarnir í kommununi eru nevniliga við í norðurlendskum átaki, sum koyrir í útvaldum kommunum í Noregi, Svøríki og Føroyum. 
Tað er Føroyar lesa, sum stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini.

Talan er um eitt lesiátak sum eitur Bókabyrjan, og samantvinnar hetta dagstovnar og lokalu heilsufrøðingar hjá Gigni.

Lesiátakið hevur tvey høvuðsendamál: Málmenning og norðurlendskar søgur.
At lesa fyri børnum styrkir málmenningina. Harumframt skulu børnini eisini hoyra søgur úr hinum norðurlondunum fyri at geva børnunum eina kenslu av norðurlendska felagsskapinum.

Saman fara dagstovnarnir í í kommununum at lesa tríggjar bøkur:

  • Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler, Áslaug Jónsdóttir
  • Træið eftir Bárð Oskarsson
  • Øll telja við eftir Kristin Roskifte
     

Átakið røkkur tó ikki bert til dagstovnarnar í Runavíkar kommunu. Í næstum verður serligt tilfar um lesing týtt til føroyskt og latið Gigni, sum heilsufrøðingarnir fara at lata nýbakaðum foreldrunum í kommununi.

Lesiátakið Bókabyrjan er samstav millum Føroya lesa, Bókaklubban,  Bókasavnið við Løkin, Gigni og Runavíkar kommunu.

Kunning

Vís fleiri
02. mars 2026
Lesaravirðislønin 2026
Í gjár bleiv Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasavninum. T…
04. februar 2026
Trý tilnevnd Lesaravirðisløn­ina 2026
Á triðja sinni skipa føroysku bókasøvnini fyri Lesaravirðislønini. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroysk…
03. februar 2026
Skrivikapping 2026 - stuttsøgur
Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 2026 verður ein skrivikapping útskrivað. Í ár eru stuttsøgur á breddanum, og upp…