Kunning

18. august 2026

"VILLA HJARTAÐ" - SØGUR ÚR ÍRLANDI

Hvat merkir villa hjartað? Er tað teskan náttúrunnar? Upprunin til alt? Ella kanska enntá vekingin av sannleika í einum persóni? 

Kom og lurta eftir viðurkendu frásøgukvinnuni Órlu Mc Govern, sum kemur úr søguríka Vesturírlandi við einum úrvali av søgum í ymiskum stílum. 

Kom við á eina frásøguferð gjøgnum gleði & sorg, tár & látur, gjøgnum tað ótálmaða og gandakenda, og hav eitt opið hjarta við!

Órla er virðislønt frásøgufólk, tónleikari, rithøvundur og vegleiðari við heimstaði í Galway í Írlandi. Hon framførir og undirvísir javnan á ymiskum pallum kring heimin bæði inni og úti; alt frá stórum høllum til smá bókasøvn, frá stórum írskum dalum til finskar skógir og hevur framført á fleiri stórum altjóða festivalum. Hennara frásøgn verður lýst sum "máttmikil og full av nærveru og hita". Órla er listarligur leiðari í 'Moth & Butterfly Storytelling' festivalinum í Galway í Írlandi.

Hon meistrar væl kynstrið at improvisera, og elskar at samantvinna hesar førleikar við sítt frásøguarbeiði. Órla arbeiðir eisini javnan innan sjónleik, film og sjónvarp sum sjónleikari og rithøvundur.

Hennara virðisløntu leikir og stuttfilmar hava verið framleiddir á altjóða pallum. Hon hevur eisini skrivað tvær søgubøkur; ‘Dublin Folk Tales For Children' & ‘Wild Waves & Wishing Wells’ (The History Press).

Frásøgan er á enskum. 

Kostnaður kr 100 (+10 kr avgjald) keypsleinkjan er HER

 

Tiltakið er partur av verkætlanini "Søgufrøi"

Kunning

Vís fleiri
18. august 2026
"VILLA HJARTAÐ" - SØGUR ÚR ÍRLANDI
Hvat merkir villa hjartað? Er tað teskan náttúrunnar? Upprunin til alt? Ella kanska enntá vekingin av sannleika í einum persóni? …
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…