Kunning

18. august 2020

Nú byrja teir aftur! Fyrilestrar í samstarv við Løkshøll

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður aftur í vetur skipað fyri fyrilestrum á bókasavninum og í Løkshøll. Fyrsti fyrilesturin verður týsdagin 6. oktober.

Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar. Fyrilestrarnir eru annaðhvørt á enskum ella donskum máli

Fyrilestrarnir eru ókeypis, og ein drekkamuður er at fáa í steðginum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kunning

Vís fleiri
17. mars 2026
eReolen GO!
Rita inn við lánaranummari og PINkotu. Bókasavnstilfar til børn 7-14 ár. Veitst tú, at tú púra ókeypis kanst hoyra føroyskar ljóð…
02. mars 2026
Lesaravirðislønin 2026
Í gjár bleiv Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasavninum. T…
03. februar 2026
Skrivikapping 2026 - stuttsøgur
Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 2026 verður ein skrivikapping útskrivað. Í ár eru stuttsøgur á breddanum, og upp…